Headache á G!

Leygardagin klokkan 16:00 verður Headache Blues Treo at hoyra á G! Festivalinum. Teir fara at spæla bluestónleik, serliga føroyskan, á minna pallinum omanfyri
Gøtusand.
Manningin í Headache Blues Treo telir tríggjar mans: Uni R. Debess, sang og gittar; Edvard Nyholm Debess, bass; og Rógvi á Rógvu, trummur. Tað verður mett, at teir tríggir "hava skapt sín egna norðuratlantiska stíl við rótunum í
amerikanskum bluestónleiki fult varðveittum."
Headache Blues Treo hevur framført á Prix Føroyum og á ólavsøkukonsertini í fjør. Teir góvu út fløguna Mr. Puffman í vár.
Lesið meira á www.headacheblues.com og www.gfestival.com.