Headache Blues Treo

Uni R. Debess ? sang og guitar
Búi Dam ? guitar
Edvard Nyholm Debess ? bass og sang
Rógvi á Rógvu ? trummur

Headache Blues Treo hevur umleið 4 mánaðar á baki og hevur spælt á ymsum støðum í Havn. Stigtakari til bólkin er Uni R. Debess, og afturat sær hevur hann royndar tónleikarar.
Stílurin er blues, men Headache Blues Treo hevur sín heilt egna blues-stíl, ið er nógv merktur av teimum einstøku tónleikarunum í bólkinum.
Vanliga spælir bólkurin eina blanding av egnum løgum og løgum hjá til dømis Doors, Jimi Hendrix og øðrum. Men til Prix Føroyar fer bólkurin bert at spæla egið tilfar.