TINGMENN
Hann er nýggjur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Norðstreymoy. Hann er eykavaldur, og veljararnir góvu honum 149 atkvøður, og hetta var nóg mikið til eitt sæti á tingi.
?Eg gjørdist stórliga bilsin, tá eg frætti, at eg var komin inn, sigur Heðin Zachariasen.
Hetta er fyrstu ferð, at hann stillar upp. Hann hevur altíð valt Fólkaflokkin, so tað mátti vera hesin, ið hann stillaði upp fyri. Hann er tó eingin fremmandur fyri valinum, tí hann hevur seinastu 10 árini verið borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Afturat hesum arbeiðir hann eisini hjá IRF og so eigur hann saman við øðrum Handilskjarnan, Hanus og Janus og Schan.
Arbeiðir hjá IRF verður til eitt farloyi næstu tíðina, tí hann vil royna seg fult í tinginum.
Tað er ikki vanligt, at Streymnes eigur umboð á tingi. Heðin hevur eisini í valstríðnum roynt at tosa um eitt øki frá Kollafirði og norðureftir.
?Eg haldi, at fólk kanska hava sligið seg saman um meg her, men eg fekk atkvøður allastaðni, og á fleiri valstøðum tvífaldaðist Fólkaflokkurin, sigur Heðin.
?Tað er nógv lættari at sláa seg saman um ein persón í einari stórari bygd enn í fleiri smáum, sigur Heðin Zachariasen. Hann er samdur við tí sjónarmiðinum, at tað kanska er nakað langt úr Vestmanna til Tjørnuvíkar.
Til spurningin, um hví útskiftingin er farin fram, sigur Heðin:
?Tað sigur tað, at fólk vilja hava yngri kreftir at koma til.
Sjálvur er Heðin borgarligur, og hann fer eisini at leggja dentin á vinnuna. Hann ætlar sær at arbeiða fyri alt valdømið, men fyri ikki at gloyma, at hann er landspolitikari.
Í valstríðnum heldur Heðin, at tað hevur verið tosað nógv um loysing og samband, men tað hevur eisini verið tosað nógv um vegakervið í Norðstreymoy.
Heðin er fullveldismaður.
?Men tað skal byggja á eitt gott fíggjarligt grundarlag, sigur Heðin.