Heðin vinnur stórt

Tríggjar kanninginar hjá Gallup Føroyum geva Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð stóra framgongd. Flokkurin fær seks umboð vald, Tjóðveldi fýra, Fólkaflokkurin tvey og Sambandsflokkurin eitt

Eirikur Lindenskov

Enn ein kanning frá Gallup Før­oy­u­m vísir á leið sama úrs­lit: Javnaðarflokkurin verð­ur nógv størstur á bý­ráðs­val­i­num í Havn í morgin.
Nýggjasta kanningin, sum er gjørd fríggj­a­dag­in, gev­­ur Javn­að­ar­flokk­­­i­­num eina fram­gongd upp á 6,4 pro­sent, og tað gevur Javn­að­­a­r­­flokki­num seks umboð í Tórs­­havn­a­r býráð.
Næststørstur verður Tjóð­veldi, sum hevur eina fram­gongd upp á eitt lítið prosent. Flokk­ur­in fær fýra umboð í Tór­s­havnar býráð.
Fólkaflokkurin stendur til at fáa ringasta valið í høv­uðs­stað­num í 40 ár ? og fær sam­bært kanningini einans 17,1 prosent, sum er fimm pro­sent­stig færri enn á sein­asta býráðsvali fyri fýra ár­um síðani, og tað kostar flokk­inum eins sess soleiðis, at Fólk­a­flokk­urin fyri fyrstu ferð síð­ani á valinum í 1972 bara fær tvey umboð vald í Tórs­havn­ar býráð.
Sambandsflokkurin stend­ur eisini til aft­ur­gongd. Sambært seinastu velj­ar­a­kann­ing­ini fær flokkurin 10 pro­sent av atkvøðunum ? tað er ein afturgongd upp á 1,3 pro­sent­stig í mun til seinasta val, og tað gevur flokkinum ein bý­ráðslim.
Framsókn fær sambært hesi kanningini fimm pro­sent av atkvøðunum í høv­uðs­staðnum. Og tað er ikki nóg mikið til at fáa umboð valt. So­leiðis sum atkvøðubýtið er sam­bært kanningini, so er sjeynda umboðið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, fimta umboðið hjá Tjóð­veld­inum og triðja um­boðið hjá Fólkaflokkinum framm­an fyri fyrsta umboðið hjá Framsókn. Men her eru marg­in­al­arnir smáir, og tí kann Framsókn saktans fáa um­boð valt í býráðið, sum tann einasti av teimum smáu flok­u­num.
Mið­flokkurin og Sjálv­stýr­i­sflok­kurin hava heldur ikki í hesi kanningini nakran sum helst møguleika at fáa um boð vald í býráðið.
Tað eru sekstan ár síðani, at ann­ar flokkurin, enn teir fýra stóru, høvdu umboð í Tór­s­havnar Býráð. Tað var, tá Ron­ald Poulsen varð valdur fyri Sjálvstýrisflokkin í 1996.