Heðin vil ikki risikera samgonguna

- Eg heiti á formannin um at niðurleggja fundin, tí eg risikeri ikki, at ein samgonga rýkur av hesum.


Tað segði høvuðsmaðurin í dag, Heðin Mortensen, tá hann stutt eftir klokkan tíggju í kvøld loksins tók orðið í tingfundinum í dag.


Í røðuni legði hann dent á, at hann ongar ætlanir hevði um at atkvøða móti uppskotinum, men helt, at best var at koyra málið út til Føroya fólk.


- Um vit her á Føroya løgtingið ikki kunnu finna út av hvat vit vilja, so helt eg tað vera rætt, at vit koyra tað út til fólkaatkvøðu. So fáa vit eitt greitt svar frá Føroya fólki.


Í røðu sínari fýltist Heðin Mortensen á, at tað ikki var landsstýrið, ið tók stig til uppskotið, men heldur tingfólk.


Av tí sama, so metti tingmaðurin, at uppskotið frá fyrstan tíð hevur vent skeivt, og hevur tað leitt til, at málið hevur verið merkt av óvissu og áhaldandi broytingum.