- Túrurin hevur stóran týdning fyri okkum kommunalpolitikarar, eisini okkum sum hava sitið í fleiri skeið.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya.
Nærum fullsett flogfar við nýggjum og royndum kommunalpolitikarum fór fyrrapartin í gjár til Íslands at halda skeið fyri sær sjálvum. Skeiðið skal brynja og styrkja politikararnar til at vera politikarar.
Sambært aðalskrivaranum í Kommunusamskipanini liggur kostnaðurin um 7000 krónur fyri hvønn. Harafturat koma útistøðupengar og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.
Tilsamans er talan um eina rokning á góða 1,2 millión krónur. Tað skrivaði Sosialurin í gjár.
Hoyr Heðin Mortensen greiða frá, hví tað er ein góð íløga at senda 84 kommunalpolitikarar á skeið í Íslandi í eina viku: