Heðin verið og vitjað tey eldru

Borgarstjórin í Havn hevur verið á stovnsvitjan hjá teimum elstu í kommununi.

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, er kendur fyri at vera ein fólksins vinur, ið tekur sær tíð til kommunalu borgararnar. Millum annað er hann kendur fyri at møta upp til jarðarferð ella í minsta lagi kapellið hjá so at siga øllum borgarum.

 

Seinastu vikuna hevur hann verið á stovnsvitjan á ymsu eldrasambýlunum í kommununi. Tað skrivar Tórshavn Kommuna í tíðindaskrivi. 

 

Endamálið við vitjanunum hevur verið at styrkna um tilknýtið ímillum ovastu leiðsluna og umsitingina øðrumegin og stovnarnar hinumegin. Tikið hevur eisini verið samanum tíðina, síðani kommunurnar yvirtóku eldrarøktina frá tí almenna.

 

Í stóran mun hevur kjakið snúð seg um rakst, viðlíkahald og samskifti ímillum stovnarnar og aðrar kommunalar eindir.

 

Á øllum støðum varð prátað við leiðslu, starvsfólk, búfólk og húsavørðar um arbeiðið og umstøðurnar hjá stovnunum, verður at enda skrivað í tíðindaskrivinum.