Heðin varð ikki jólatrøll

Hann er afturvaldur - men tað var ikki einmælt

Tað er nú endaliga staðfest, at borgarstjórin í Sunda Kommunu eitur eisini Heðin Zachariasen hesi næstu fýra árini.

 

Tað varð staðfest fyri eini lítlari løtu síðani, tá ið nývalda kommunustýrið í Sunda Kommunu skipaði seg, og sostatt kunnu tey í Sundalagnum halda jól í friði og náðum, uttan at hava hetta hangandi yvir sær.

 

Men tað var ikki heilt einmælt, at Heðin Zachariasen varð afturvaldur.

 

Býráðsfundurin varð settur nú klokkan 17 í dag, og tað varð Heðin Zachariasen, sum varð fyrst valdur kommunustýrislimur, ið setti fundin.

 

Heðin Zachariasen varð valdur í Kommunustýrið á lista A, sum fekk átta av teimum 11 býráðslimunum og listi B fekk tríggjar býráðslimur

 

Og tá ið hann bað um uppskot til borgarstjóra, vóru tvey uppskot. Fyrst skeyt Tryggvi Kallsoy á Lista A, upp at velja Heðin Zachariasen til borgarstjóra, og síðani skeyt Elsa Maria Magnusardóttir Olsen á Lista B upp at velja partamannin, Pól Nikláa Thorkildshøj, til borgarstjóra.

 

Í Sunda Kommunu atkvøða kommunustýrislimirnir skrivliga og tá ið talt varð upp, hevði Heðin Zachartiasen fingið allar tær átta atkvøðurnar frá kommunustýrislimunum hjá lista A, og Pól Niklái Thorkildshøj fekk sostatt tær tríggjar atkvøður hjá teimum á lista B.

 

Tá ið varaborgarstjóri skuldi veljast, skeyt Hansina Jensen á lista A upp at velja Thordis Dahl Hansen á sama lista til varaborgarstjóra og Elsa Maria Magnusardóttir Olsen á lista B skeyt upp at velja Kára Matthíasson á sama lista til varaborgarstjóra.

 

Og tá ið upptalt varð, endurtók søgan seg tí Thordis Dahl Hansen fekk allar átta atkvøðurnar á lista A, og hon er sostatt varaborgarstjóri.

 

Sostatt er greitt, at Heðin Zachariasen verður borgarstjóri og Thordis Dahl Hansen verður varaborgarstjóri í Sunda Kommunu hesi næstu fýra árini.

 

Nývaldi borgarstjórin hevur eisini hett á nevndirnar um at halda fund beinanvegin um at seg.

 

 

Heðin Zachariasen er royndur í leikum sum borgarstjóri. Hann var borgarstjóri í gomlu Hvalvíks Kommunu frá 1997 til 2004, tá ið Hvalvík fór upp í nýstovnaðu Sunda Kommunu.

 

Har varð hann eisini borgarstjóri frá 2005 til 2008, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Men á valinum í 2012 stillaði hann so uppaftur, og varð aftur tá valdur til borgarstjóra, til í dag, nú hann er afturvaldur í fýra ár afturat.