TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2 við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, sum vitjaði Rásarúmið í Krosslíð 2 í Havn í dag.
Tróndur Arge og Heðin Askham umrøddu í størstan mun effodeildina. Um hvønn Heðin Askham væntar fer at mynda toppin, og hvussu fer at síggja út longri niðri á stigatalvuni í ár.
Heðin Askham væntar, at hansara menn í EB/Streymi fara at megna at bjarga sær í deildini komandi kappingarár.
Í samrøðuni var eisini nomið eitt sindur við landsliðsfótbólt.