Heðin tekur áheitanina frá Tórunn til eftirtektar

Tað er ikki á hvørjum degi, at 10 ára gomul biða um fund við borgarstjóran. Men 10

ára gamla Tórunn G. Mohr kom sjálv at handa borgarstjóranum eitt skriv við áheitan

um at hava skoytibreytina opna einar tvær vikur eyka.

Heðin Mortensen sigur í aftursvari til 10 ára gomlu Tórunn, at hann heldur onga orsøk verða til at nokta hesum fyrispurningi.

 

- Hví ikki, spyr Heðin Mortensen.

 

Nú sær út til, at unga Tórunn fær sín vilja, og sleppur at skoyta tvær vikur meira í ár.

 

Brævið til borgarstjóran var soljóðandi:

 

?Góði Heðin, borgarstjóri

Túsund takk fyri skoytibanan. Eg eri sooo glað fyri at hann kom og haldi, at hetta

er tað besta sum er at fara til í Havn. Eg havi verið har næstan hvønn tann einasta

dag.

Eg vildi ynskt at tú kundi latið hann verðið longri opin, kansta tvær vikur eyka.

Pápi mín sigur, at veðrið í apríl ofta er kalt men turt, so tað hevði verið

soooooooo lekkurt.?

Kærar heilsur

Tórunn G. Mohr, 10 ár