TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av SportBoxini á Rás2, sum var "fótbóltspanelið".
Gestur í fótbóltspanelinum var Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Prátað var um komandi hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Prátað var eisini um komandi umfarið í effodeildini. Hálvfinalurnar í Champions League koma eisini undir luppin. André Olsen kom eisini við sínum metingum.
Í sendingini greiddi Heðin Askham frá hvussu hann upplivdi brotssparkið Símun Samuelsen fekk fyri HB í fjórðingsfinaluni ímóti EB/Streymi. Heðin er ivaleysur í, at talan ikki var um brotsspark, sum kortini bleiv dømt. HB javnaði til 1-1, og skoraði løtu seinni sigursmálið til 2-1.
Hóast Heðin Askham hevur í stóran mun vant lið, sum hava verið millum toppliðini í effodeildini, so heldur hann, at uppgávan at venja eitt uppflytaralið er sera spennandi.