HB hevur kunngjørt, at teir hava leigað 21-ára gamla argjamannin, Heðin Stenberg, sum skal avloysa Símun Rógva Hansen í HB málinum. Heðin Stenberg er uppvaksin í AB og er ein partur av einum frálíkum árgangi hjá AB. Ein árgangur, sum eisini telur leikarar sum Rógva Holm og Rógva Poulsen, ið báðir eru knýttir at HB. Heðin gjørdist í 2008 fyrsta val sum málmaður á Argjum og hevur í dag, sambært faroesoccer.com, spælt 73 dystir og fingið eitt gult í AB troyggjuni.
Tíðindaskriv frá Pf. Havnar Fótbóltur:
?Pf. Havnar Fótbóltur boðar í tíðindaskrivi frá, at ein 1-ára sáttmáli er skrivaður við evnaríka málverjan Heðin Stenberg. Heðin, sum verður 22 ár í januar, hevur alla sína fótbóltsleið spælt við barndómsfelagnum AB av Argjum. Nú Símun Rógvi Hansen, annar av okkara Vodafonemálmonnum, valdi at venda aftur til barndómsfelagið, hevur pf. Havnar Fótbóltur leitað eftir avloysara fyri Símun Rógva. Tað vísti seg skjótt, at Heðin Stenberg var ein málmaður sum vit fingu ?gott eyga á?. Heðin hevur hóast sín unga aldur, verður knýttur at besta liðnum hjá AB síðani 2007. Vit í pf. Havnar Fótbólti eru sera spentir uppá at síggja Heðin í HB, og væntað vit eina javna og harða kapping um málmansplássið á besta liðnum. Vit ynskja Heðini vælkomnum til HB og vilja eisini takka Argja Bóltfelag fyri gott samstarv, so tað gjørdist møguligt at leiga Heðin Stenberg til kappingarárið 2011 Vinarliga Pf. Havnar Fótbóltur.?