Heðin steðgar í B36

Alt bendir á, at B36 skal leita sær eftir nýggjum venjara til Formula-liðið hjá felagnum

Fótbóltur

 

B36 tykist í løtuni at standa uttan venjara til Formula-liðið.

Fyrsta partin av fyrireikingunum til komandi kappingarár hevur Heðin Askham staðið fyri venjingunum, og tað varð roknað við, at Heðin eisini skuldi halda fram í sessinum, sum hann setti seg í fjør. Og har tey flestu vóru á einum máli um, at hann framdi eitt serstakliga gott arbeiði.

Sum skilst hava partarnir tó ikki rokkið nakrari semju, nú tosað hevur verið um nýggjan sáttmála, og tí er í løtuni óvist, hvør verður venjari hjá Formula-liðnum hjá B36 í 2009.