Heðin spyr Henrik um innkomuvegin

- Tann 7. oktober 2016 skrivaðu Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Heðin Mortensen, borgarsstjóri í Tórshavnar kommunu, undir avtalu um innkomuvegin til Havnina við íbinding til Eysturoyartunnilin. Eftir hesi avtalu skuldu bæði Tórshavnar býráð og Føroya løgting góðkenna avtaluna. Tað gjørdi Tórshavnar býráð einmælt longu 27. oktober 2016, men enn hevur landsstýrismaðurin ikki lagt avtaluna fyri Føroya løgting til góðkenningar, hóast hon er gjørd fyri hálvumøðrum ári síðani, skrivar Heðin Mortensen í §52 spurningi til Henrik Old um innkomuvegin til Havnina í samband við Eysturoyartunnilin. 

 

 

Málið um innkomuvegin til Havnar útviklar seg aftur í dag. Fyri nøkrum døgum síðani hótti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, um at taka sæti á tingið, um innkomuvegurin ikki varð tikin upp politiskt í løgtinginum. Í dag er tað so fyrrverandi borgarstjórin í Havn og núverandi tingmaðurin, Heðin Mortensen, sum reisir spurningar í samband við sama innkomuveg. 

 

 

- Í fíggjarætlanini fyri 2018 eru 8,5 milliónir krónur settar av til innkomuvegin, men bara tvær milliónir krónur eru settar av í fíggjarkarminum fyri 2019. Hetta kundi bent á, at avtalan millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu onkursvegna er gloymd ella dottin niðurímillum, og í øllum førum er tað ørkymlandi at staðfesta, at einki hendir við innkomuvegnum, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum til spurningarnar. 

 

 

Les eisini: Borgarstjórin hóttir við lyftisbrotið 

 

 

- Í sambandi við Eysturoyartunnilin verður talan um stórt og økt ferðslutrýst rundan um Havnina, ið bara kann loysast, um innkomuvegurin er liðugur, tá tunnilin er liðugur. Men vónandi kann landsstýrismaðurin á nøktandi hátt greiða frá, hví málið tykist liggja stilt og hví einki hendir við innkomuvegnum. Eru tað seinkingar ella forðingar, ið eru orsøkin, ella er politiski viljin til at fremja avtaluna ikki nóg stórur, spyr Heðin Mortensen.