Tað er nú greitt, at Heðin Zachariasen sleppur eisini at vera løgtingsmaður, samstundis sum at hann er borgarstjóri í Sunda Kommunu.
Eftir at samgonga er skipað eftir løgtingsvalið, hevur tað lagað seg soleiðis, at hann hevur tikið sæti á tingi fyri Fólkaflokkin.
Men tað kann hann ikki gera uttan so, at kommunustýrið gevur honum loyvi til tað - og tað samtykti ein meiriluti av kommunustýrinum í kvøld.
Sjálvur fór Heðin Zachariasen av fundi, tá ið málið varð viðgjørt, so tað var Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóri, sum leiddi fundin undir viðgerðini.
Hinvegin hevur Heðin Zachariasen áður sagt, at eftir hansara tykki er eingin trupulleiki at røkja bæði størvini tí at kommunan hevur eina góða fyrisiting.
Tað vóru ikki allir kommunustýrislimirnir, sum halda, at Heðin Zachariasen skal sleppa at røkja bæði størvini.
Pól Niklái Torkildshøj, helt, at er starvið sum borgarstjóri so krevjandi sum sagt verður, ber illa til at røkja eitt fult starv sum løgtingsmaður afturat starvinum sum borgarstjóri.
Í hansara hugaheimi er borgarstjórastarvið eitt fulltíðarstarv, men hevði borgarstjórastarvið verið eitt hálvt starv, hevði støðan verið ein onnur.
Sostatt heldur hann, at skal Heðin Zachariasen verða løgtingsmaður eisini, skal hann í hvussu so er fara niður í hálva tíð sum borgarstjóri, tí so kann tað góðtakast.
Jacoba Kruse ásannar, at tað er ein vansi, at borgarstjórin er ikki til staðar fulla tíð. Men sum støðan er nú, fer tekniski leiðarin hjá kommununi í farloyvi, samstundis sum at kommunan er í holt við eina stóra verkætlan, sum er at byggja ein nýggjan skúla. Tí heldur hon, at tað er ein fyrimunur, at borgarstjórin verður verandi til tað er liðugt, tí hann er væl inni í málinum.
Trygvi Kallsoy er samdur í, at tað hevur stóran týdning, at borgarstjórin verður sitandi, tí hann hevur fingurin á pulsinum á skúlabyggingini og á útbyggingini á ítróttarøkinum við Margáir.
Tey vísa eisini á, at tað er eitt gott ár hetta snýr seg um, tí Heðin Zachariasen hevur kunngjørt, at hann stillar ikki upp aftur á næsta býráðsvali.
Tá ið avtornaði, atkvøddu seks kommunustýrislimir fyri, tríggir atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.
Tey, sum atkvøddu fyri, vóru Jakoba Kruse, Hansina Jensen, Thordis Dahl Hansen, Magnus Pauli Dahl-Olsen, Trygvi Kallsoy og Jóhan Heiðrikur Joensen.
Pól Niklái Torkildshøj, Elias Hammer og Vinjard Dam, atkvøddu ímóti og Kári Matthíasson atkvøddi blankt.