Venjarin hjá EB/Streymi vónar ikki, at negativa skrivingin um fíggjarligu støðuna í felagnum fer at ávirka leikararnar í kvøld. Toftamenn fara eftir sigrinum. Seinastu dagarnar hevur føroyski fjølmiðlaheimurin verið á tremur við søgum um fíggjarligu støðuna hjá EB/Streymi. Leikarar siga seg ikki fá løn, meðan leiðslan í felagnum sigur seg hava tamarhald á støðuni Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, vónar ikki at hetta fer at ávirka leikararnar í kvøld.
- Eg haldi ikki hetta hevur ávirka okkum so nógv og tað hevur ikki fylt nógv í skifirúminum. Tann ítróttarligi parturin av felagnum arbeiðir hvør sær frá hinum, so tað vóni eg ikki at tað kemur at ávirka avrikið í kvøld, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, við Rás2 í dag.
Á Toftum ræðast tey ikki sundalagsmenn, sum eru steypaliðið fram um øll hini seinastu árini.
- Nei vit ræðast ikki hesa uppgávuna. EB/Streymur var á vitjan her sunnudagin og tá vunnu vit. Vit vóru eisini omaná tað mesta av dystinum - so nei - vit ræðast ikki uppgávuna, sigur Bill McLeod Jacobsen , venjari hjá B68, við Rás2.
B68 skumpar trýstið yvir á sundalagsmenn.
- Alt trýstið liggur á EB/Streymi, sum nærmast hevur fast pláss í finaluni. Vit hava nú ein møguleika at steðga teimum og tað fara vit at royna, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Trýstið er vaksið á sundalagsmonnum bæði við umstøðunum rundan um felagið og gongdini í landskappingini, men Heðin Askham avvísur at teir eru týstir at vinna steypakappingina.
- Tú kanst ikki rokna við steypakappingini, tí mangan skalt tú bara tapa ein dyst, so ert tú úti av kappingini. Steypakappingini er bara fløtin á desertini, sigur Heðin Askham.
Toftamenn vunnu sunnukvøldið 1-0 á EB/Streymur á Toftum í landskappingini og Bill ætlar sær eisini at vinna í kvøld.
- Vit skulu vinna á Toftum og helst við einum málið ella tveimum, men tað er eisini týdningarmikið, at teir einki útvallarmál fáa, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Í Sundalagnum kunnu tey liva við einum javnleiki í fyrru halvfinaluni á útivølli.
- Vit fara sjálvandi inn fyri at vinna, men ein javnleikur er eisini eitt gott útgangsstøði hjá okkum, sigur Heðin Askham.
Løgmanssteypið fyrru hálvfinalur:
B68 ? EB/Streymur: 19:00 (Dómari Dagfinn Forná)
ÍF ? 07 Vest: 18:30 (Dòmari Petur Reinert)










