Í útgangsstøðinum skal ein borgarstjóri, sum er fulltíðarsettur, leggja annað borgarligt starv niður. Kommunustýrislógvin heimilar tó, at frávik verður gjørt, um talan er um starv, sum er beinleiðis fólkavalt.
Grein 6, stk. 2 í Kommunustýrislógini er soljóðandi:
» Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Setanarbrøkur borgarstjórans verður ásettur í kommunustýrisskipanini til antin 1/2 ella 1/1. Um setanarbrøkurin er 1/1, skal borgarstjórin, tá ið hann er valdur, leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri. Kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í 4. pkt, tá ið umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald.«
Soleiðis kann Heðin Mortensen átaka sær tingsessin, sum nú stendur leysur, samstundis sum hann røkir borgarstjóraembæti. Men so skal hann fáa loyvi til hetta frá einum meiriluta av býráðnum í høvuðsstaðnum.