Heðin skal bjarga flokkinum

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mort­­en­sen, bjóðar seg nú fram sum frelsaran hjá Javn­að­­a­r­­flokk­­­i­num! Ja, hví ikki tað, eru tað fleiri sum siga – og so verð­­ur hann spei­rik­in við, at hann hevur umboðað tríggj­­ar flokkar í Tórshavnar Bý­ráð, og tí kann hann ikki verða floksleiðari.

Well. Spurningurin er, hvør er nóg góð­ur javn­að­ar­maðøur. Heð­in Mort­en­sen plag­ar at siga, at hann var við til at stovna SU, ung­mann­a­fel­ag­ið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num. Og jú, tá vit spyrja, so var hann ein av teim­um ung­ling­u­num, sum var møttu í Losj­uni í Havn hend­an 28. oktober í 1965, tá Sos­i­al­iskt Ung­mannafelagið varð stovn­að.

Heðin Mortensen varð vald­ur í Tórshavnar Býráð fyri Utt­an­flokka­list­an hjá Pet­­ur í Gong í 1972. Sum navn­ið sig­ur, so var tað ein utt­an­flokk­a­listi við fleiri per­són­um, sum vóru organiseraðir í yms­um flokkum.

Í 1987 stillaði Heðin Mort­en­sen upp fyri Sam­bands­flokk­in til fólka­tings­val, og ár­ið eft­ir varð hann aft­ur­vald­ur í Tórs­havn­ar bý­ráð – nú fyri Sam­bands­flokk­in. Hann varð valdur á ting fyri Sam­bands­flokk­in í 1998, og til val­ið í 2002 setti hann met við at fáa 399 per­són­lig­ar at­­kvøð­ur – uttan at verða valdur.

Við bý­ráð­s­valið í 2004 stóð Heð­in Mort­ensen til at ger­ast borg­a­r­stjóri, men tað vildu floks­fel­ag­ar hansara í Sam­bands­flokk­i­num ikki. Heð­in Mort­en­sen skip­aði tí samgongu saman við Javn­að­ar­flokk­i­num og Tjóð­veld­i­num – og eft­ir at hann var koyrdur úr Sam­bands­flokk­i­num meldaði hann seg inn í Javn­að­ar­flokk­in. Á bý­ráðs­vali­n­um í 2008 setti Heðin Mort­ens­en met við at fáa 2.200 per­són­ligar atkvøður – og hann hálaði tríggjar aðr­ar bý­ráðs­lim­ir við sær og gjørdi Javn­að­ar­flokk­in til størsta flokk í høv­uðs­stað­num við fimm av 13 bý­ráðs­lim­um.

– So ja, hví skal Heð­in Mort­en­sen ikki bjarga Javn­að­ar­flokk­i­num enn ein­a­ferð? Hann fekk Javn­að­ar­flokk­in frá 17 til 32 pro­sent. Tað er eingin sum sig­­ur, at fyri tað um tað ber til í Havn, so ber tað til alla­staðni. Men tað er stutt­ligt og kveikj­andi, at ein pe­r­són­ur er so eld­hug­að­ur og brenn­ir so nógv fyri eini søk, sum borg­ar­stjór­in í Havn ger. Men Suð­ur­streym­oy­ar Javn­að­ar­fel­ag skal skjóta onkr­an upp til for­mans­sess­in – og koma all­ir kand­i­dat­ar­nir úr Havn, so hev­ur fel­ag­ið ein trup­ul­leika...