Eins og undanfarin ár, so hava lesararnir hjá kappingarneytanum aftur í ár valt, hvør skal fáa ársins neyðrakett.
Í ár var tað so Heðin Mortsen, sum sleppur at skjóta rakettina upp á nýggjárinum. Av teimum 1220 atkvøðunum, ið vóru komnar inn, var átti nýggi borgarstjórin heili 538. Hetta eru góð 44 prosent. Á øðrum plássi kom formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, við 229 av atkvøðunum.
- Eg fari bara at staðfesta, at sum onkur klókur maður hevur sagt, at tann, ið aldri ger eitt mistak, ger ikki so nógv annað heldur, segði Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, millum annað, tá handanin fór fram á Dimmalætting fyrrapartin hósdagin.