Heðin Poulsen: Hvør kann royta Bjarna Djurholm undir armin?

Nú hendi tað aftur. Bjarni Djurholm vísir greitt, at hann ikki ynskir at fáa flogvøllin í Vágum útbygdan. Hann skyldar upp á flogskiparar og sigur, at teir ynskja annan flogvøll

Heðin Poulsen

Er hatta ikki tað, sum kallast fyri manipulatión? Sjálvur spurdi eg beinanvegin nakrar flogskiparar um teirra útsøgnir. Er tað so, at flogskiparar halda, at vit skulu hava annan flogvøll, so er tað ein staðfesting. Men at leggja teimum tað í munnin fyri at fáa fyrimun av egnum áhugamálum er at niðurgera teir. Men teir skulu hava tøkk uppiborna, at teir hava stigið fram í miðlunum og sagt, at Bjarni Djurholm blandar tingini saman.
Teir vilja ikki hava annan flogvøll. Íhvørtfall ikki enn. Tað er útbygging av verandi flogvølli, sum er neygðugt at fáa gjørda beinavegin.