Heðin og tey hugsa enn

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráð er enn ikki liðugur at umhugsa støðuna eftir kommunuvalið týsdagin.
Heðin Mortensen, sum er afturvaldur til borgarstjóra, sigur, at teir sjey býráðslimirnir hjá flokkinum hava tosað nógv saman um, hvussu tey skulu skipa seg.
Samstundis sita tey saman og gera eitt upplegg um, hvørji mál skulu fremjast hesi næstu árini og hvussu raðfestast skal.
Tá ið flokkurin er liðugur við uppleggið fara tey at tosa við aðrar flokkar um samstarv.
- Tað má vera aðalmálið at samstarva við aðrar flokkar, men vit mugu hava eitt útgangsstøðið at fara til hinar flokkarnar við.
Sostatt vil Heðin Mortensen ikki vátta frammanundan, at samsongan við Tjóðveldi fer at halda fram.
- Allar hurðar standa opnar, sigur Heðin Mortensen.
Javnaðarflokkurin fekk sjey býráðslimir á valinum í Havn og kann sostatt skipa meirilutan einsamallur, tí tað eru 13 býráðslimir tilsamans.
Men borgarstjórin sigur, at tey í Javnaðarflokkinum ætla at royna samstarv við aðrar flokkar.
- Vilja flokkar vera við, fáa teir sjálvandi eisini høvi at seta síni fingramerki á uppleggið, sigur Heðin Mortensen.
Hann dugir einki at siga um, nær tey vera liðug, men tey hava góðar stundir, so tey halda fram at tosa saman hesar næstu dagarnar.
Men tey arbeiða eftir at vera liðug í Javnaðarflokkinum hesa vikuna og so fara tey at seta seg í samband við aðrar flokkar í næstu viku.
Í Tjóðveldi vilja tey fegin, at samgongan ímillum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin heldur fram við 10 býráðslimum av teimum 13. Og fyri at fáa alt at ganga upp, skjýtur Tjóðveldi upp at skipa tríggjar nevndir afturat í býráðnum, so at tær vera 10 tilsamans og soleiðis kann hvør býráðslimur fáa ein formansess.
Heðin Mortensen sigur, at tey hava ikki viðgjørt tann spurningin.
- Men tað tykist eitt sindur stórfingið, sum hann málber seg.

MYND av Heðin:

Samráðast

Í Javnaðarflokkinum í Havn eru tey ikki liðug at gera støðuna upp, men Heðin Mortensen vil samstarva við aðrar flokkar og allar hurðar eru opnar, sigur hann