Heðin Mortensen verður aftur borgarstjóri í Havn

Átta fólk samráðast um samgongu í Havn á gamla Apoteki.

Javnaðarflokkurin hevur boðið Framsókn og Sambandsflokkin til samgongusamráðingar á í hølunum hjá Javnaðarflokkinum á gamla Apoteki í Havn.

Og flokkarnir samráðast longu nú um at skipa nýggja samgongu.

Javnaðarflokkurin fær borgarstjóran, tí flokkurin hevur seks býráðslimir og fekk 43,9 prosent av atkvøðunum við ikki færri enn 5.776 atkvøðum í Tórshavnar kommunu.

Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum váttar, at Heðin Mortensen verður borgarstjóri.

Javnaðarflokkurin hevur uttan iva valt at binda um heilan fingur við at bjóða bæði Framsókn og Sambandsflokkinum við. Tí harvið bindur hann fyri soleiðis, at tað ikki verður sum seinast, at ein flokkur hoppar frá.

Teir tríggir flokkarnir, sum nú skipa samgonu, fingu hesa undirtøkuna:

Javnaðarflokkurin, 5.776 atkvøður 43,9 prosent

Sambandsflokkurin, 1554 atkvøður 11,8 prosent

Framsókn, 1266 atkvøður, 9,6 prosent.

Teir hava tilsamans 65,3 prosent av atkvøðunum.