Heðin Mortensen uppfinnur ein trupulleika

Við blaðgrein um at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil leggja kommunurnar í spennitroyggju, er Heðin Mortensen farin út á nakrar barrikadur, sum als ikki eru til.

Uppáhaldini í greinini hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra eru púrasta skeiv, og tí nakrar vegleiðandi viðmerkingar til uppskotið, so málið aftur vendir rætt.
Sambært kommunulógini grein 43 stk. 2, skal ein kommuna, sum hevur eina nettoskuld, sum er meira enn ein álíkning, hava loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytum. Hetta varð gjørt í sínari tíð fyri at forða fyri, at kommunur í skilaloysi lántu seg út á bláman.
Tíbetur eru tað bert heilt fáar kommunur í landinum, sum grein 43 stk. 2 rakar, og bara í farna ári hava vit sæð fýra kommunur, sum eru slopnar burtur úr hesum haftinum. Tær eru Runavíkar kommuna, Nes kommuna, Sunda kommuna og seinast Tvøroyrar kommuna. Hetta er alla æru vert, og hava hesar kommunur veruliga lagt seg eftir at fáa skuldina niðurgoldna. Men tíverri eru nakrar kommunur eftir, har skuldi er størri enn ein álíkning, men tíbetur eru tær bert fimm í tali.
Ætlanin við lógaruppskotinum, sum Heðin Mortensen umrøður, er at seta avmarkingar fyri, hvussu stóra bruttoskuld kommunur kunnu hava. Vandin liggur ikki í, at landsstýrismaðurin leggur nakra kommunu í spennitroyggju. Tvørturímóti liggur vandin í, at kommunustýrini sjálvi leggja kommunur í spennitroyggju vegna høgar rentur og avdráttir. Tað fyribrigdið hava vit tíverri sæð alt ov ofta.
Við verandi skipan, har bert verður hugt eftir nettoskuldini, er vandi fyri, at kommunur økja um gjaldførið og gjalda tað minni í avdráttum. Tá kann nettoskuldin liggja niðan fyri álíkningina, men bruttoskuldin væl omanfyri. Serliga í einum valári er tá vandi fyri, at hetta gjaldførið verður brúkt, soleiðis at nettoskuldin, tá avtornar, er aftur farin uppum eina álíkning. Tað er hetta uppskotið skal forða fyri.
Annars eigur Heðin at vita frá hoyringsuppskotinum, at ætlaða skuldaravmarkingin einans fær ávirkan á kommunur við sera stórari bruttoskuld. Kommunur við lítlari bruttoskuld koma als ikki at merkja nakað. Um Tórshavnar kommuna fer at føra ein so varligan fíggjarpolitikk, sum Heðin fráboðar, so fer kommunan ikki at koma upp í skuld, og harðliga mótmæli frá borgarstjóranum í Havnini um spennitroyggjur verður tí slett ikki í samsvar við veruleikan hjá kommununi.
So Heðin, her er eingin orsøk til at fara út á barrikadurnar. Hetta er bert ein roynd at seta búskaparligt skynsemið hjá skuldartyngdum kommunum í fremstu røð. Ein roynd at binda um heilan fingur.