Íslendingar halda sín sjómannadag í morgin og sunnudagin, og føroyingar eru bodnir við sum gestir. Westward Ho og LÍV eru í Íslandi, har Heðin Mortensen skal halda røðu. Fleiri føroyingar verða við til at hátíðarhalda íslendska sjómannadagin. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er boðin at halda røðu á degnum, og sluppin Westward Ho er komin til Akranes, haðani teir í morgin halda leiðina fram til Reykjavíkar við føroysku gestunum.
Skipað verður fyri móttøku, tá Westward Ho kemur til Reykjavíkar. Sjómannadagarnar verður skipað fyri føryskum undirhaldi, har Jógvan Hansen fer at syngja, skipað verður fyri føroyskum dansi, og Finnleif Mortensen hevur myndaframsýning.
Sunnudagin skal Heðin Mortensen so halda røðu á sjómannadegnum, og vertirnir hava biðið um, at røðan verður førd fram á føroyskum.
Umframt býráðslimirnar og føroysku manningarnar á Westward Ho og LÍV verður eisini føroyingarfelagið í Reykjavík við í tiltakinum og stendur eitt nú fyri føroyska dansinum.
Nógv verður gjørt burtur úr sjómannadegnum, sum á íslendskum verður nevnd Hátíð Hafsins, kring alt Ísland.