Heðin Mortensen á talentveiðu

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hittir føroyingar í Bretlandi, tá útisetakanningin verður viðgjørd í London fríggjakvøldið.

Tórshavnar Kommunan arbeiðir við eini stórari ætlan, sum skal skapa nýggj arbeiðspláss og fleiri skattakrónur og harvið styrkja trivnaðin og vælferðina í kommununi og landinum sum heild.

Ásannandi, at nýggjar og globaliseraðar tíðir krevja nýggjar og globaliseraðar strategiir, arbeiðir kommunan saman við vinnuni, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og vitanarstovnum miðvíst við at gera høvuðsstaðin enn meira dynamiskan, so hann gevur teimum, sum longu búgva her, góðar umstøður at arbeiða og stovna virksemi, samstundis sum hann megnar at draga talentini til sín uttan úr heimi.

Kommunan hevur sett sær fyri at kappast við útlendsku metropolarnar um at ta best útbúnu arbeiðsmegina og um talentini við teimum bestu royndunum og størstu drívmegini. Evnini at kappast á altjóða marknaðunum gerast alsamt meira tengd at dagførdari vitan, nýggjum hugskotum og góðum skapanarevnum. Hetta krevur fólk við nógvum ymiskum førleikum. Kommunan vil hava fatur á so nógvum borgarum, sum tilber, ið kunnu verða við til at menna nýtt vinnulív og skapa nýggj arbeiðspláss.

Nógv teirra trívast best í dynamiskum stórbýum. Hóast føroyski høvuðsstaðurin er ein Dávid móti Goliath í kappingini um talentini, so metir kommunan ikki, at tað slepst undan at taka kappingina upp við Keypmannahavn, Århus, Stockholm, Reykjavík, London og aðrar metropolar, har nógvir føroyingar trívast og hava góðar yrkisleiðir.

Eins og góðar kreftir heima eru tær skapandi kreftirnar millum útisetarnar týdningarmiklir leikarar í hesum høpi. Kanningarnar vísa, at nógv teirra ikki ynskja at flyta heimaaftur. Serliga kvinnurnar, tey sjálvstøðugt vinnurekandi og fólk í privatu vinnuni annars hveppa seg við at flyta heim. Tey flestu, sum umhugsa at flyta aftur til Føroyar, vilja bert búgva í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar Kommuna hevur tí verið við til at skipa fyri JobMatch á Norðurbryggjuni og teimum báðum útisetakanningunum í ávikavist Keypmannahavn og London.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer saman við øðrum, sum samskipa vakstrarætlanina hjá høvuðsstaðnum, at tosa við útisetar í London, tá úrslitini frá útisetakanningini verða løgd fram har fríggjakvøldið, eins og tey vóru, tá samsvarandi danska kanningin varð løgd fram á Christiansborg fyrr í ár. Heðin Mortensen verður eisini høvuðsrøðari á tiltakinum í London.