Heðin Mortensen stillar ikki upp

Borgarstjórin í Havn, Heð­in Mort­en­sen, verð­ur ikki á list­a­num hjá Javn­að­ar­flokk­i­num ­til løg­tings­val­ið. Tað hevur hann gjørt Suð­ur­streym­oy­ar Javn­að­ar­felag g­reitt eftir upp­still­ing­ar­fund­in mán­a­kvøld­ið­.

Heðin Mortensen sig­ur, at hetta í besta for­stá­ilsi við floks­leiðsluna.

– Við 2.200 persónligum at­kvøð­um í Tórs­havn­ar komm­unu til bý­ráðs­val havi eg fing­ið eina so av­bera stóra á­lit­is­vátt­an sum borg­ar­stjóri. Eg brenni fyri hes­um á­lit­i­num og ætli mær at halda orð, tí stór­ar av­bjóð­ing­ar eru fyri framm­an í komm­un­uni.

– Mítt stóra ynski er, at tey, sum hava stuðl­að mær, skulu kenna seg trygg við, at eg verji borg og fremji tað í verki, sum eg havi lov­að, og at eg fari at verða ver­andi í hes­um starvi, sum borg­ar­a­r­nir í Tórs­havnar kommuna hava valt meg til. Og eg eri slett ikki kom­in á mál, tí hóp­ur av arbeiðum eru og verða sett í gongd í nærm­astu fram­tíð, sig­ur Heð­in Mort­en­sen.