Heðin Mortensen á ST-aðalfund

Mánadagin fer Heðin Mortensen, løgtingsmaður, til New York, har hann skal vera við á aðalfundinum hjá Sameindu Tjóða

Tað eru 160 mál á skránni fyri aðalfundin hjá ST, sum verður settur tann 16. september. Vanligt hevur verið, at umboð fyri Føroyar og Grønland hava verið við í donsku sendinevndini á ST-aðalfundum, og í ár verður tað Heðin Mortensen Mortensen, løgtingsmaður, sum fer at umboða Føroyar fyrru helvtina av tíðini, aðalfundurin varðar.
Málini, sum verða viðgjørd á aðalfundinum í ár, eru býtt upp í bólkarnar: altjóða yvirgangur, friður, trygd og altjóða rættarskipan, búskaparligir og sosialir spurningar, humaniterir spurningar, mannarættindi og stovnsligir og fíggjarligir spurningar.
Danska sendinevndin hevur fund hvønn morgun kl. 9, og síðani skulu luttakararnir vera til staðar á fundunum, har málini verða viðgjørd.
Seinastu dagarnar áðrenn heimferðina verður vitjað í Washington, D.C. Har verður millum annað vitjað í Kongressuni, í Pentagon og í Heimsbankanum. Ferðin endar tann 16. oktober.