Heðin Mortensen slær øll met

Ongin hevur nakrantíð fingið so nógvar atkvøður, sum Heðin hevur fingið í dag Heðin hevur fingið 1953, bara á Hálsi og tá er Argir, Kollafjørð og øll hini valstøðini í Tórshavnar Kommunu ikki tald við.

Annars hevði Poul Michelsen gamla meti, tí hann fekk góðar 1300 atkvøður tilsamans á einum vali, men nú kann væntast, at Heðin fær einar 2300 atkvøður, tá ið øll valstøðini eru tald upp