Í samband við at starvstevnan Jobmatch fer av bakkastokki aftur fyri aðru ferð, fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at seta stevnuna.
Tórshavnar Kommuna metir, at tað er sera týdningarmikið at gera nakað aktivt við trupulleikan, at ov fáir útisetar ynskja at flyta heimaftur til Føroya eftir loknan lesnað. Tí hava tey valt at stuðla tiltakinum Jobmatch.
Tiltakið verður leygardagin 9. oktober í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Setanin verður kl. 10.00.