Heðin Mortensen - riddari av 1. stigi

Tann 28. mei í ár hevur hennara hátign, Margretha drotning, útnevnt Heðin Mortensen, løgtingsmann, til riddara av 1. stigi av Dannebrog-heiðursmerkinum.

Hetta taki eg sum eitt stórt herðaklapp og eina viðurkenning av tí arbeiði, eg havi verið við til at gjørt í ymsum álitisstørvum. Hetta er fyri meg avgjørt ein stórur, persónligur heiður, sigur Heðin Mortensen, sum í mong ár hevur verið virkin innan ungdómsarbeiði, felagsarbeiði, lokalpolitikk, landspolitikk, umframt at hann hevur verið uppií og virkað fyri altjóða samstarvi á ymsum økjum.
Frammanundan hevur Heðin Mortensen síðani 8. februar 1991 verið riddari av Dannebrog, umframt at hann í 1996 fekk heiðurskross íslendska ítróttarsambandsins og í 1999 heiðurskross føroyska ítróttarsambandsins.
Í næstum fer Heðin Mortensen at biðja um móttøku hjá hennara hátign, Margrethu drotning, har hann fer at nýta høvi til at takka fyri heiðurin.
Heðin er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági, sonur Ethel, f. Jespersen, og Martin Eliesar (Eli) Mortensen í Trongisvági. Familjan flutti til Havnar at búgva í 1955.
Heðin er útbúgvin maskin- og bilsmiður. Hann lærdi hjá Wenzel Petersen í Havn og arbeiddi har sum bilsmiður, bilasølumaður og á eykalutagoymsluni, til hann fekk arbeiði á Tryggingarsambandinum Føroyar í 1978. Umframt sína útbúgving sum biltaksator hevur hann tikið ymiskar útbúgvingar innan tryggingavirksemi, og arbeiðir hann í dag á marknaðardeildini á Tryggingarfelagnum Føroyar.
Heðin var formaður í Havnar Róðrarfelag í 70-unum og forseti í ÍSF síðan 1980, umboðsráðslimur og stýrislimur í SEV, formaður í Havnar Sjónleikarafelag og býráðslimur í Havn síðan 1973. Hann hevur verið tingmaður fyri Sambandsflokkin síðan 1998.
Heðin er giftur við Hjørdis, f. Egholm, úr Havn, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Hjørdis og Heðin eiga fýra børn, tey eru: Elin, Ann, Guðrun og Eirikur.