Heðin Mortensen má verða landsstýrismaður

Borgarstjórin í Havn vil nú hava Løgtingið at broyta ætlanina fyri Eysturoyartunlinum

Tað fæst ikki skil á ferðsluna í Havn, fyrrenn nýggjur vegur er gjørdur av Hvítanesi til Havnar. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.

 

Býráðslimir í Havn hava enn eina ferð skift orð um ferðsluviðurskiftini í Havn, og tað var í tí sambandi, at Tróndur Sigurðsson enn eina ferð vísti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vegurin ímillum Havnina og Eysturyartunnilin á Hvítanesi verður gjørdur. Hann heldur, at tað er sjálvur lykilin til at fáa ferðsluna í Havn at ganga nøkunlunda ótarnaða.

 

Nettupp hesin vegurin hevur verið eitt heitt politiskt epli í nógv ár, og hóast ein avtala varð gjørd ímillum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar Býráð longu í 2016, er einki hent. Tann avtalan bar í sær, at vegurin skuldi gerast, og avtalað varð eisini, hvussu stóran part av honum ávikavist Landið og kommunan skuldu rinda.

 

Men enn eru tey ongan veg komin yvirhøvur. Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, tá ið avtalan varð gjørd, men 1. oktober segði hann seg úr starvi. Og Sjúrður Olsen, sum er í býráðnum í løtuni fyri Boga Andreasen segði, at í grundini var málið rættiliga einfalt.

 

– Vit hava eitt skot í byrsuni, og tað er at Heðin Mortensen yvirtekur starvið sum landsstýrismaður í samferðslumálum eftir Henrik Old, segði hann. Hann heldur, at tað er einasti máti at loysa málið.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at tað kann bara verða betri, sama, hvør tekur við eftir Henrik Old. Og hon heldur, at nú eiga landsstýrið og Løgtingið at broyta lógina fyri Eysturoyartunlinum soleiðis, at vegirnir til og frá tunlinum verða tiknir við upp í verkætlanina. Sostatt skal tað verða felagið, ið stendur fyri at gera tunlarnar, sum eisini skal gera og rinda fyri vegirnar.

 

– Tað ger ikki tann stóra munin, um verkætlanin kostar 2,5 ella um hon kostar 2,6 milliardir, segði hon. Hon fýlist á, at landspolitikarar kappast um at lova tunnil til Fámjins og tunnil til Dals, men tað hoyrist ikki eitt orð um vegirnar til og frá Eysturoyartunlinum.

 

Hon sigur, at nettupp vegurin ímillum Havnina og Hvítanes, har Eysturoyartunnilin kemur upp, er størsta ferðsluforðing yvirhøvur í øllum landinum. Men hon heldur, at tað kann verða landinum ein dýr søga at útseta vegin, tí landskassin hevur veitt veðhald fyri tunlunum.

 

Fer talið á bilum, sum koyra ígjøgnum tunnilin, niður um eitt vist, hevur Løgtingið nevniliga bundið seg til, at rinda munin sigur hon. Og samstundis ivast hon ikki í, at verður ferðslan ígjøgnum tunnilin tarnað, tí vegirnir ikki klára at taka ímóti, fara bilførarar at halda fram at koyra eftir núverandi vegi, og tað fer landskassin at bløða fyri.

 

Eisini Jákup Dam heldur, at verður einki gjørt við vegin, er hetta sum at bíta seg í halan, tí metingar vísa, at bilaraðið fer at standa heilt niður í tunnilin.

 

Heðin Mortensen takkar fyri álitið, men hann staðfestir, at enn er eingin avgerð í so máta.