Tórshavnar Býráð
Heðin Mortensen fer nú at klaga tríggjar býráðslimir í Havn fyri kommunala eftirlitinum hjá Tórshavnar Býráð.
Tað hendir í kjalarvørrinum á býráðsfundinum í Havn í gjár.
Tá rýmdu teir tríggir býráðslimirnir, Jan Christiansen, Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen av fundi, tí teir góðtóku ikki, at eitt mál um atkomuveg til Havnar, varð tikið til viðgerðar uttanfyri fráboðaðu skránna fyri fundin.
Tað er ólógligt hjá býráðslimum at rýma av fundi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá ið vit fingu orðið á hann beint áðrenn blaðið fór til prentingar.
Hann góðtekur tí ikki framferðina og fer tí at klaga teir tríggjar.
Hann sigur annars at býráðsfrmaðurin hevur rætt at fáa eykamál til viðgerðar, bara býráðið samtykkir tað og tað gjørdi býráðið í hesum føri
Ætlanin var ikki at taka nakra ítøkiliga avgerð. Ætlanin var bara at senda eitt signal til løgtingið um, hvat býráðið heldur og tað gjørdu vit. Samstundis var málið beint í teknisku nevnd til víðari viðgerð.
Vit hava meiri um málið mánadagin










