Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er sera misnøgur við framferðina hjá Kringvarpinum, sum seinastu vikurnar hevur gjørt nógv burtur úr einum byggimáli, har Tórshavnar Kommuna sambært Kringvarpinum hevur góðkent tekningar við vindeygum, sum ikki uppfylla brunakrøvini. Ein vanlukka hendi í húsunum, har tríggir smádreingir brunnu inni.
Heðin Mortensen sigur, at byggiloyvið til hesini húsini í Ravnsoyargøtu varð givið fyri hansara tíð sum borgarstjóri, og tí hevur hann onga orsøk til at káva útyvir ella at goyma nakað.
Men tað sum eg krevji er, at starvsfólk í kommununi fáa eina virðiliga og sakliga viðgerð, og so er ikki í hesum føri, sigur hann.
Heðin Mortensen vísir eisini á, at málið hevur verið meldað til løgregluna, og at kommunan varð fríkend.
Fyri tað triðja er hetta endað sum eitt stríð, sum kringvarpið førir móti Tórshavnar Kommunu og mær persónliga. Hetta er eitt stríð, har Kringvarpið eftir mínum tykki brýtur øll fjølmiðlaetisk mørk. Vit hva sæð løgnar konspiratiónsteoriir um forfylging og »karaktermorð« av ávísum borgara verið bornar fram sum objektiv tíðindi, sigur Heðin Mortensen.
Tað sum fær bikarið hjá Heðini Mortensen at flóta yvir var innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldið, har Kringvarpið sambært Heðini Mortensen gjørdi duldar upptøkur av honum. Hann er eisini misnøgdur við, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum (LES HER) skrivaði eitt lesarabræv
Sum var eitt langt álop á meg. Nær er tað hent fyrr? spyr Heðin Mortensen
VIðmerkingin hjá Heðin Mortensen kann lesast HER