Heðin Mortensen ikki longur einsamallur á borgini

Nú skulu tveir politikarar arbeiða í býráðnum í Havn afturat borgarstjóranum Heðini Mortensen. Tað samdust Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin um seinnapartin Í morgun valdaði ófriður í býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu. Jógvan Arge, varaborgarstjóri, gjørdi vart við, at Javnaðarflokkurin gjørdi sær dælt av samstarvinum við Tjóðveldi, og harafturat fekk Tjóðveldi skitin orð við á vegnum frá landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum.

Jógvan Arge mælti tí til, at Tjóðveldi umhugsaði at steðga samstarvinum við Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu.

Í kvøld tykist friður verða komin yvir feltið aftur, tí flokkarnir hava sent fráboðan út, har teir greiða frá semju um býráðsarbeiðið í høvuðsstaðnum.

- Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja arbeiða fyri at broyta politiska bygnaðin soleiðis, at ið hvussu so er tveir politikarar aftrat borgarstjóranum eru dagliga til arbeiðis í kommununi hvør á sínum øki ? trivnaðarøkinum og tekniska økinum.

- Hetta verður gjørt til tess at styrkja um fólkaræðisligu umboðanina í dagligdegnum og til tess at gera politiskar málsgongdir smidligari og skjótari.

Farið verður beinanvegin undir arbeiðið at fáa í lag nýggju skipanina og miðað verður eftir at seta hana í verk 1. januar 2009.

- Verður skipanin ikki klár 1. januar, fer ein politikari úr Tjóðveldi sum bráðfeingis loysn at hava sítt dagliga arbeiði á Ráðhúsinum frá 1. januar at rokna, siga flokkarnir

- Eftir hesa semju eru flokkarnir til reiðar at halda fram at samráðast um samgongugrundarlagið sum heild, og kallað verður inn til fund at skipa nýggja býráðið fríggjadagin.

Allir býráðslimirnir í samgonguni standa undir fráboðanini.