Heðin Mortensen hevur sitið longst í Tórshavnar Býráð

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, kundi 1. januar hátíðarhalda, at 35 ár eru liðin, síðani hann tók sæti í Tórshavnar Býráð. Hann er tann, sum hevur sitið longst í býráðnum í høvuðsstaðnum. Næstur hon er Petur í Gongd, sum sat í býráðnum í 34 ár

Heðin Mortensen varð valdur í býráðið fyri Uttanflokkalistan hjá Petur í Gong 8. desember í 1972. Síðani hevur hann verið afturvaldur átta ferðir, tær seinnu ferðirnar fyri Sambandsflokkin. Síðani síðsta val er Heðin Mortensen vorðin partur av bólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Aðrir, sum hava sitið leingi í Tórshavnar býráð, síðani Tórshavnar Kommuna varð sett á stovn í 1909 eru Petur í Gong, sum sat í 34 ár og Trygve Samuelsen, sum sat í 28 ár.

Hóast hesi mongu ár í kommunalpolitikki í Tórshavnar kommunu, metir Heðin Mortensen seg enn hava nógv eftir at geva kommununi. Verður hann afturvaldur á komandi vali, kann hann fara undir tíggjunda valskeiðið, og tað er rættiliga óvanligt. Um so verður, kann hann byrja sítt tíggjunda valskeið á nýggjárinum 2009. Í sama árið, sum Tórshavnar kommuna fyllir 100 ár.