Heðin Mortensen, borgartjóri í Tórshavnar Kommunu, hevur kært Kringvarp Føroya. Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi frá kommununi.
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av at kæra Kringvarp Føroya fyri tann, eftir kommunnunar tykki, sera óreiðiliga og ósakliga journalistikk, sum Kringvarpið hevur borðreitt við farnu mánaðirnar.
Kommunan metir, at Kringvarpið millum annað hevur brotið § 267 í revsilógini og § 34, stk. 1, í fjølmiðlalógini.
Kæran er í dag send Fjølmiðlanevndini.