Tað var ílagi, tá ið meirilutin í Tórshavnar Kommuna gjørdi av at selja nøkur grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði fyri undirprís.
Tað er niðurstøðan hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Tað elvdi til rumbul í Býráðnum í Havn, tá ið meirilutin samtykti at selja nøkur grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði fyri hálvan prís, ella 457 krónur fermeturin.
Stykkini hava staðið óbygd leing og orsøkin til at selja fyri undirprís var, at annars lá kommunan innibrend við teimum.
Minnilutin í býráðnum helt, at hetta er at gera mismun á borgarum, tí onnur grundstykki vóru seld munandi dýrari.
Og tað endaði við, at Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, klagaði meirilutan fyri kommunala eftirlitinum hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Men tað var til fánýtis, tí hann fekk ikki viðhald.
Tvørtur ímóti sigur kommunala eftirlitið, at býráðið hevði haldgóðar grundgevingar fyri at selja grundstykkini fyri undirprís.
Kommunala eftirlitið heldur, at tað er ringt at hugsa sær, at sær, at tað hevði borið til at fingið hægri prís um nøkur ár. Kommunan hevði heldur fingið ein fíggjarligan miss av at bíða, halda tey í kommunala eftirlitinum.
Tey eru eisini komin til ta niðurstøðu at javnrættindareglan er ikki brotin, tí allir borgarar hava javnbjóðis møguleika at vera við í lutakastinum um eitt grundstykki. Og samanumtikið ger kommunala eftirlitið ikki meiri við málið.