Tað er sera ódámligt, at okkara borgarstjóri í bløðunum kemur við beinleiðis lygnum.
Heðin skrivar, at hann ikki hevur nakrað ætlan um at skuldarbinda kommuna, men tað kann prógvast, at hann hevur ætlanir at skuldabinda høvuðsstaðin við 100 mió.kr.
Heðin hevur júst lagt fram fíggjarætlanina fyri 2009. Har stendur svart uppá hvítt, at komandi ár skulu setast 9,2 mió.kr. av til at gjalda lánsgjøld.
Í fíggjarætlanini fyri í ár stendur 1 mió.kr. til lansgjøld, og fyri fíggjarætlana 2009, sum Heðin Mortensen júst alment hevur lagt fram eru 9,2. mió kr. avsettar til lánsgjøld. Tvs. at konto- lánsgjøld - er hækkar við 8.2 mió.kr. uttan at æltanin er at upptaka lán! - Skilji hvør, ið skilja vil - .
Hví í allari víðu verð setur Heðin 9.2 mió.kr. at til at gjalda skuld, tá eingin skuld er?
Trupulleikin er, at Heðin M. ikki hevur minsta skil fyri peningaviðurskiftinum hjá kommununi, og eg ræðist, um hann aftur sleppur fram at kasssanum.
Jan Christiansen, býráðslimur
og valevni á lista A