Finnbogi Ísakson
???????????????
Tað er ein Harrans lætti, at høvuðsstaðurin nú fær eina nýggja býráðssamgongu og ein nýggjan borgarstjóra. Samgongan, sum hevur rátt tey seinastu fýra árini, man vera tann vánaligasta í eini 40 ár. Uttan at fara út í smálutir kann eg nevna, at ferð eftir ferð hevur undanfarna bý-ráð sett í gongd byggingar, sum stríddu ímóti fyrr gjørdum samtyktum og byggisamtyktini. Loysnin hjá meirilutanum hevur so verið at broyta byggisamtyktina fyri at fáa framt sín vilja. At hetta so hevur havt við sær beinleiðis lyftisbrot til aðrar borgarar, hava teir einki lagt í.
Eitt tað misháttasta, sum liggur eftir teir, er tann nýggi skúlin, sum skal bøta um hølisviðurskiftini í Kommunuskúlanum. Har hava teir kloynt ein bygning upp í garðinum niðan fyri Realskúlan - á eitt andarhol, sum Býráðið annars langt síðani hevði lagt av til fríøki. Realskúl-in hevur sítt egna byggi-snið, men lítið sæst til tað nú. Er tað annars so átrokandi at byggja Kommunuskúlan út? Tað eru ikki nógv børn, sum búgva í sjálvum miðbýnum í Havn. Tað mátti verið rímiligari at bygt skúlarnar í útjaðaranum út.
Óvæntað fyri meg læt veljarin Fólkaflokkin og Sambandsflokkin varðveita meirilutan í Býráðnum. Tað má virðast. Men tað merkir ikki av sær sjálvum, at tað eru teir báðir flokkarnir, sum skula mynda meirilutan saman. Og tað bleiv tað heldur ikki til, tíbetur.
Tað var annars sjáldsamur leikur, sum gekk fyri seg á náttartíð í høv-uðsstaðnum næturnar eftir valið. Sambært Heðini Mortensen høvdu Høgni Mikkelsen, sum hann sigur vera fólkafloksmann, og Jan Christiansen stungið høvdini saman og gjørt allar avtalur, áðrenn nakar fundur yvirhøvur var millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Hetta hevði - framvegis sambært Heðini Mortensen - við sær, at Jan Christiansen hevði fingið bæði í posa og sekk og vildi ikki eftirlíka nøkrum kravi frá Sambandsflokk-inum. Tí kann tað tykjast løgið, at Heðin Mortensen um 2-3 tíðina um náttina skrivaði undir eina avtalu millum somu flokkar. Men kanska vildi hann júst ta løtuna líka illa sova sum hinir sambandsmenninir. Í hvussu er stóðu bæði Høgni Mikkelsen og Beate Samuelsen í Sjónvarpinum kvøldið eftir og gramdu seg um, at tey høvdu sovið valdið frá sær. Og Gud hjálpi mær, um ikki sjálvur sambandshøvdingurin Kaj Leo Johannesen trein fram á skíggan og fór at tosa um at sova!
Øll mundu ikki vera so álvulig við ta avtaluna, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skrivaðu undir. Tí endaði hon við hesum komiska setninginum:
Hendan avtalan er bindandi?
Jú, hyggasíggj! Avtalan skuldi takast í álvara, og ongin skuldi prøva uppá at bróta hana!
Eitt annað løgið var tað samráðingarsnildið, sum hesir flokkar sýndu. Í avtaluni lótu teir dyrnar standa opnar, so at Javnaðarflokkurin kundi sleppa upp í part. Tann flokkurin hevði so neyvan kunnað verið í einari øðrvísi støðu enn Hundurin Brúni, sum fekk krummurnar av húsbóndans borði!
Ná, men Heðin Mortensen var ikki so illa svøvntur kortini. Ella kanska raknaði hann rættiliga við, tá hann kom í betri selskap saman við Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum. Teir vóru ikki smáligir, men bjóðaðu honum borgarstjórastarvið. Og hann gjørdi, sum rætt var: hann tók av. Tí hvør skuldi kent seg bundnan av einari avtalu við so komiskum innihaldi sum henni millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin? Í hvussu so er ongin royndur politikari við respekt fyri sær sjálvum.
Nú skrivaðu so tríggir aðrir flokkar undir eina avtalu, og tað er ein avtala, sum er verd at taka í álvara. Tjóðveldisflokkurin var størstur í hesi nýggju samgonguni, men legði størri dent á at fáa sín politikk væl umboðaðan í samgonguskjalinum heldur enn at læsa seg fastan í borgarstjórastarvið. Tað gjørdi flokkurin rætt.
Enn var tjaldið tó ikki drigið fyri fyri seinastu ferð. Fjáltur kom á Jan Christiansen og tvey sambandsfólk, sum nú vendu sær til Javnaðarflokkin í Býráðnum. Og so vóru aftur samráðingar um eina heilt aðra samgongu. Aftur var ein avtala undirskrivað, hesaferð millum Fólkaflokkin, ein skerdan Sambandsflokk og Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum. Katrin man vera betri enn fólk flest. At hon hirdi at samráðast við tveir flokkar, sum náttina fyri høvdu verið so hástórir, at teir bara lótu dyrnar standa á gloppi, so at Javnaðarflokkurin kundi sleppa at sleikja gólvið! Eg var so góðtrúgvin at halda, at hinir flokkarnir mundu hava boðið Katrini Dahl Jacobsen borgarstjórasessin. Men so eiðasørt. Onkran nevndarsess aftrat, tað var alt.
Ein treyt í avtaluni var tó, at nevndin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skuldi góðkenna hana. Og í nevndini var so frægur stirðil, at hon segði nei.
Síðani er Heðin Mortensen vorðin limur í Javnaðarflokkinum, har hann eisini hoyrdi heima fyrr, hóast hann umboðaði uttanflokkalistan hjá Peturi í Gong í Býráðnum.
Enn var leikur ikki heilt lokin. Sum eina seinastu roynd at sleppa upp í part, bjóðaðu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin Tjóðveldisflokkinum í samgongu. Flokkurin skuldi fáa borgarstjóran afturfyri. Men nú var ov seint. Longu valkvøldið fekk Fólkaflokkurin tvær áheitanir frá Tjóðveldisflokkinum um samgongu. Ein navnframur fyrrverandi borgarstjóri hjá Fólkaflokkinum - er mær sagt - mælti eisini Jan Christ-iansen til at gera samgongu við Tjóðveldisflokkin. Men hann hevði betri ráðgevara, sum vildi hava samgongu við Sambandsflokkin.
Tjóðveldisflokkurin stóð við ta avtalu, hann hevði gjørt. Nú má so svíða sum svøllur hjá teimum, sum hildu seg eiga Býráðið.
Hvussu Heðin man fara at roynast? Væl, vænti eg. Vit minnast, hvussu dátt tað kom honum við, tá hann gjørdist varugur við, at partamaðurin Høgni Mikkelsen fór at byggja raðhús á einum spæli-plássi. Heðin fer - saman við frægari flokkum og fólkum - neyvan at føra ein býráðspolitikk, har alt ber til, bara makthavararnir brúka sína makt.
Heðin Mortensen er tiltikin fyri at vera uppi í øll-um. Tað kann hann ikki meira. Millum annað noyðist hann at siga seg frá sum forseti í ÍSF. Har hevur hann stýrt við hepnari hond í næstan eina fjórðings øld.
Tað er væl skiljandi, at hann tekur av, nú hann fær kjansin at gerast borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Ikki tí, 58 ár er ikki hægri aldur enn so, at hann saktans kann fáa kjansin fleiri ferðir.










