Heðin mælir til breitt samstarv

Hóast ein listi fyri fyrstu ferð nakrantíð situr í Tórshavnar býráð við reinum meiriluta, ætlar borgarstjórin at samstarva breitt í býráðnum

Heðin Mortensen hevði ikki torað at vóna reinan meiriluta tilo býráðsvalið í gjár.
- Veljarakanningar vístu, at vit kanska fóru at fáa sætta umboðið inn í býráðið, og tað var hetta vit vónaðu fór at lata seg gera. Hendi tað, hevði eg verið ógvuliga fegin, tí tað hevði verið eitt stórt álit til Javnaðarflokkin, sigur Heðin Mortensen.
Flokkurin fór við seinasta val frá trimum upp í fimm býráðslimir, og hesaferð fór Javnaðarflokkurin úr fimm upp í sjey umboð.
- Tað má væl vera tí, at vit gera eitt gott arbeiði, ikki bara upp undir val, men til gerandis alt árið og øll fýra árini sum valskeiðið er. Og so síggja vit jú eisini, at borgarstjórin hálar nógv inn við 2.637 atkvøðum, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at hann er sjónligur í gerandisdegnum og gongur millum fólk.
- Eg lurti eftir, hvat fólk hava at siga, og ikki minst at vit royna at fullføra tað, sum vit lova, sigur Heðin Mortensen.
Hetta er sum nevnt fyrstu ferð í søguni, at ein flokkur fær meirilutan einsamallur.
- Tað kundi verið freistandi at sagt, at nú gjørdu vit bara, sum vit vildu, men eg haldi sjálvur, at vit eiga at blanda kortini eitt sindur og bjóða hinum flokkunum við so ella so vit hava eina breiðari viftu av býráðslimum, sum kunnu verða við í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen.
Tað er í hvussu er ætlanin hjá borgarstjóranum, eftir at valúrslitið fyrilá.
- Tað er ikki gott bara at vera einsamallur, tí tá kann tað gerast ov einsporað. Og øll tey lyftini, sum hinir flokkarnir hava givið er nógv gott í, sum vit eisini kunnu brúka, so eg ivist onga løtu í, at vit kunnu finna fram til góð mál, sigur Heðin Mortensen.
So tað er einki til hindurs fyri, at komandi samgonga í Tórshavnar býráð fer at telja 13 limir.
- Hví ikki tað? Lat okkum royna tað, tað ger einki. So fingu vit ikki bara eitt søguligt val, men eisini eitt søguligt býráð, har alliur limir eru saman um at loysa felags mál. Tað má vera endamálið við tí, sigur Heðin Mortensen.
Dagurin hevur verið langur, og eingin vandi var á ferð í gjárkvøldið, so borgarstjórin vildi fyrst sova upp á tað.
- Vit gera slett einki í kvøld, men hittast fyrst innanflokka í morgin at tosa um støðuna, og so taka vit tað harfrá, sigur Heðin Mortensen.