Fyri løtu síðani vórðu virðislønir M. A. Jacobsen handaðar á Reinsarínum í Havn.
Heðin M. Klein fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingarsavnið »Tað orðið«.
Heðin M. Klein er lærari, yrkjari og fyrrverandi politikari, føddur 28. februar í 1950 og vaks upp við Gjógv. Hann tók læraraprógv í Havn í 1972.
Hann starvaðist í nøkur ár sum lærari á Meginskúlanum á Sandi frá 1972 til 1983. Síðani fór hann til Havnar og var lærari í Eysturskúlanum frá 1983-1998. Frá 1998 til 2004 starvaðist hann sum dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni (Nám), síðan 2004 hevur hann aftur starvast sum lærari í Eysturskúlanum.
Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á Løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin.
Egnar útgávur hjá Heðini:
1969 - Væmingar og vaggandi gjálv, yrkingar, Næmingafelag Føroya Læraraskúla.
1983 - Strandvarp, yrkingar, Egið forlag.
1985 - Ljóðsins Ljóð, yrkingar, Egið forlag.
1994 - Veggjagrøs, yrkingar, Forlagið Fannir.
2004 - Móti tøgnini, egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge, Mentunargrunnur Studentafelagsins.
2012 - Vatnskorpur fyri tøgnina, egnar yrkingar og týðingar eftir Paul Celan.
2014 - Afturljóð - úrvaldar yrkingar 1969 til 2014, Mentunargrunnur Studentafelagsins.
2015 - Tað orðið - ein yrking, Mentunargrunnur Studentafelagsins
Týddar útgávur:
Flytifuglur (1972), savn við útlendskum yrkingum, saman við Steinbjørn B. Jacobsen
Ein vakran summardag (1990) eftir Max Bollinger og Jindra Capek, Bókadeildin.
Okkurt óreint í kálinum (1992) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
Faðir mín, Sólin (1992) eftir Nils-Aslak Valkeapää – saman við Róa Paturssoni, Norðurlandahúsið.
Tá ið dýrini bardust (1993) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
Nú ríður tú heim (2005) yrkingar eftir Olav H. Hauge, Bókadeildin.
Tala tú eisini (2014) yrkingar eftir Paul Celan
Jón Arason (2015) skaldsøga eftir Gunnar Gunnarsson, Sprotin
Í 1985 fekk Heðin M. Klein eisini bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Heðin M. Klein heiðursgávuna, sum er ein kekkur upp á 35.000 krónur.
– Eg takki fyri, takki teimum, sum hava hildið hetta savnið vera tað vert, segði Heðin M. Klein, tá hann tók ímóti viðrislønini við at lesa úr yrkingasavninum: