Heðin M. Klein 60

Sunnudagin 28. februar fyllir Heðin M. Klein í Havn 60 ár.

Heðin er gjáarmaður. Foreldrini vóru: Hanna, f. Kristiansen (1919-2005), og Leivur Klein (1916-1965), bæði frá Gjógv.


Sum 15 ára gamal fór Heðin til Havnar at ganga í realskúlanum í Hoydølum frá 1965-67. Eftir tað fór hann á Føroya Læraraskúla, og sum útbúgvin lærari fekk hann í 1972 starv sum lærari við Sandoyar Meginskúla. Hann var á Sandi til 1983, tá hann tók við sum lærari á Eysturskúlanum Havn. Í 1998 gjørdist hann dagligur leiðari á Føroya Skúlabókagrunni. Hetta starv røkti hann til 2004, tá hann fór aftur til sítt starv á Eysturskúlanum.

.

Umframt at hava verið lærari hevur Heðin eisini verið bæði løgtings- og landstýrismaður fyri Tjóveldisflokkin í tíðarskeiðnum frá 1974 til 1981. Hann hevur eisini sitið í bygdaráráðnum á Sandi.


Heðin er eisini rithøvundur, sum hevur givið út fleiri yrkingarsøvn, umframt at hann eisini hevur týtt bøkur til føroyskt. Í 1985 fekk hann M. A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir.


Kona Heðin er Malan Matras Joensen úr Klaksvík. Dóttirin Suffía er búsitandi í Norra.


-red