Heðin krevur svar uppá frágreiðing

Tað er fallið Heðini Mortensen løgtingsmanni fyri bróstið, at Løgtingsskrivstovan hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um flogmálið, sum sigur, at Heðin noktaði at møta upp á fundi í Uttanlandsnevndini. Hann vil tí hava svar uppá fleiri spurningar hesum viðvíkjandi

 

Flogmálið tykist ongan enda at fáa. Herfyri varð ein frágreiðing almannakunngjørd, sum segði, at Heðin Mortensen noktaði at møta upp á einum fundi í uttanlandsnevndini. Nevndin skuldi viðgera, um loyvi skuldi gevast amerikanskum flogførum at nýta føroyskt loftrúm í stríðnum móti altjóða yvirgangi.

Fundurin skuldi vera fríggjadagin 5. oktober, og fundarboð vórðu givin hóskvøld. Løgmaður skuldi boða Uttanríkismálaráðnum í Keypmannahavn frá áðrenn klokkan 13 fríggjadag, og tí mátti fundurin vera fríggjamorgunin í seinasta lagi.

Eitt embætisfólk í Løgtingsskrivstovuni skuldi kalla limirnar inn til fundin. Hetta var hóskvøld. Í frágreiðingini sigur embætisfólkið, at Heðin Mortensen noktaði fyri at møta á fundi. Hann vísti til 18 tíma regluni, sum sigur, at limirnir kunnu krevja, at fundur ikki verður hildin fyrr enn 18 tímar eftir, at fundarboð eru givin. Hetta skrivaði Dimmalætting mikudagin.

Heðin Mortensen hevur hildið fast við, at hann ikki varð kunnaður nóg væl um, hvat mál var á skránni. Frágreiðingin hjá embætisfólkinum sigur hinvegin, at Heðin Mortensen varð nóg væl kunnaður um málið.


Krevur svar

Heðin Mortensen krevur tí svar uppá fleiri spurningar í sambandi við mannagongdir hjá Løgtingsskrivstovuni í slíkum málum. Hann hevur sent Súsonnu Danielsen, stjóra á Løgtingsskrivstovuni, eitt bræv, og hann biðjur hana um eina frágreiðing um mannagongdir og krevur, at ein kanning verður sett í verk av hesum málinum.

Hann vil hava at vita, um løgtingsnevndin ikki skal kunnast um eina slíka frágreiðing, og um viðkomandi løgtingsmaður ikki eigur at hava høvi at úttala seg um hana. Eisini vil hann hava at vita, hvør tekur sær av at almannakunngera slíkar kanningar.

Hann biðjur samstundis Súsonnu Danielsen um at seta í verk eina kanning av, hvat tingmenn fingu at vita í fundarinnkallingini. Nær nevndarlimirnir vórðu uppringdir, hvørji skjøl teir fingu, og hvussu øll henda framferð samsvarar við tingskipanina og vanliga mannagongd í nevndararbeiðnum.