Heðin Askham og vágamenn hava av álvara fingið luft undir veingirnar. Í dag var setningurin at vinna í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, sum higartil hava verið topplið.
Heimaliðið legði bragdliga fyri og var frammanfyri 1-0, tá ið teir fóru at hvíla seg, men tá ið dómarin, Rúni Olsen úr Miðvági, bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað øgiligur fagnaður í leguni hjá gestunum, tí 07 Vestur svaraði dyggiliga aftur í seinna hálvleiki, tá ið gestirnir vendu 0-1 til 3-1 sigur.
Tíggju minuttir undan steðginum var Sveinur Justinussen málskjútti eftir upplegg frá Regini Jensen, og so var Víkingur á odda 1-0.
Fýra minuttir eftir steðgin javnaði Teitur Olsen til 1-1, og fýra minuttir seinni legði Martin Tausen 07 Vestur á sigurskós. Seks minuttir undan leikloki staðfesti Eiler Fróðason 3-1 sigurin.
Sigurin á toppliðnum ber við sær, at teir í 07 Vestur framvegis hava í sínum egnu hondu at gera av, um teir skulu flyta upp. Tað liggur til, at beinleiðis uppflytingin verður avgjørd í útsetta dystinum á Svangaskarði millum B68 og 07 Vestur.
Týskvøldið eigur 07 Vestur heimavøll ímóti AB.
Týskvøldið skal Víkingur spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, sum longu er flutt niður.