Býráðsval verður í føroysku kommununum í heyst, og tað kann fáa avleiðingar fyri samansetingina av tingmanningini hjá samgonguni.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og limur í tingbólki Javnaðarfloksins, sigur nevniliga í drúgvari samrøðu við Sosialin, at um hann verður afturvaldur til býráðið, so velur hann býráðið framum løgtingið.
- Skal eg vera heilt erligur, so havi eg ikki enn tikið endaliga støðu til um eg stilli upp, men geri eg tað og verði eg valdur, so fari eg at siga tingsessin frá mær og bara arbeiða í býráðnum.
Í samrøðuni, ið til ber at lesa í Sosialinum, tosar Heðin Mortensen um sína tíð í býráðnum, og metir millum annað um, hvat størsta stigið er í hansara tíð í býráðnum, hansara hugsanir um havnarútbyggingina og onnur mál.