Tað snýr seg ikki um ættarliðsskifti. Tað, sum er fremst í huganum, er at vinna komandi løgtingsval. Vit meta, at Heðin Mortensen er best egnaður til ta uppgávuna. Tað sigur Henrik Old, sum er formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Felagið vísti á borgarstjórin í Havn sum formann á fundi í gjár.
- Tað einasta, vit hugsa um, er at vinna næsta val. Heðin Mortensen hevur prógvað, at hann er snúðin politikari, og hann er førur fyri at standa á odda fyri einum valstríði. Hann er ikki ímyndin av einum ættarliðskifti. Eitt ættarliðskifti fer hinvegin ikki fram eftir einum vikuskifti. Tað er ein lang tilgongd. Eftir valið kann Javnaðarflokkurin hugsa um eitt ættarliðskifti, sigur Henrik Old.
Formaðurin í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag leggur afturat, at tað hevði ongan týdning, at Heðin Mortensen er ættaður úr Trongisvági. Tað skal ikki hava nakran týdning, tá tú velur formann, heldur hann.
Heðin Mortensen hevur ikki fingið annað at vita enn tað, sum hann hevur lisið á Portalinum, og tí bíðar hann við at gera viðmerkingar.