Heðin Kambsdal sjeyti ár – í Ribarhúsi

Í dag, sunnudagin 14. mars, verður Heðin Kambsdal, listarmaður, sjeyti ár.

 

Í hesum sambandi letur upp framsýning í dag klokkan 16 í Ribarhúsi í Fuglafirði við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað.

Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu, og Fuglafjarðar Sangkór syngur tveir sangir. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.

Í sambandi við 70 ára dagin og føðingardagsframsýningina er gjørd ein heilt serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Til ber at ogna sær løriftsmyndina, sum er gjørd í avmarkaðum tali.

Framsýningin hongur uppi til 29. mars.