Heðin Kambsdal í Ribarhúsi

Í morgin, leygardagin kl 16 letur Heð­in Kambsdal, ljóslistamaður og org­anist­ur, upp eina afturlítandi máln­ing­a­fram­sýn­ing í Ribarhúsi. Sýn­ing­in er opin til mik­u­dag­in 20. mars.

Tá ið sýningin letur upp, verð­ur røða hild­in, sang­ur og spæl – eitt nú systursynirnir, Jonhard og Rói, spæla og syngja. Hetta er í samband við, at Heðin verður seksti tann 14. mars í ár.
Ljósið, undan hond Heðins, livir í strá­um, tinn­um, hondum, fingrum og við eygn­a­hvarm. Heim­ur­in syng­ur í penslastrokunum, og tá ið hann treður urguna í Fuglafjarðar kirkju, eru livandi einglar í litum í ljóð­píp­u­num. Her er ein flóð av ljósi og ljómi, sum er vert er at sjá og lurta eftir. Der er lys i overflod... W.H.
Frits