FSF Varpið er aftur á skránni, og hesaferð meta Tróndur Arge og Heðin Askham um 20. umfar í EFFO-deildini, sum er á skránni um vikuskifti
Eftir ein hendingaríkan summarsteðg er FSF Varpið aftur á skránni. Hesaferð er Heðin Askham gestur í FSF Varpinum og metur um 20. umfar í EFFO-deildini, ið er á skránni um vikuskiftið.
Fríggjadagin klokkan 18:30 spæla ÍF og Víkingur, meðan dystirnir sunnudagin klokkan 15 eru TB – AB, Skála – NSÍ, B68 – B36, og so stórdysturin í hesum umfarinum, HB og KÍ, sum hittast í Gundadali í Havn.
Rás2 sigur frá trimum dystum um vikuskfitið. Fyrst fríggjakvøldið í Fuglafirði millum ÍF og Víking. Sunnudagin er klassikarin í Gundadali millum HB og KÍ og grannauppgerðin Skála og NSÍ beinleiðis á Rás2.