Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin Askham. Hann væntar framvegis eina spennandi kapping, har einki er avgjørt um, hvør fer avstað við silvurinum, og hvør fær seinasta Europa League plássið. Hann væntar tó, at KÍ verður meistari.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin Askham, ið metir um 24. umfar í EFFO-deildini, sum er á skánni komandi sunnudag.
Hann hevur eisini góð ráð til sonin, Hørð Askham, sum kostaði mál í grannauppgerðini millum B36 og HB.
Effo-deildin 24. umfar:
KÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB-AB (15.00)
TB-ÍF (15.00)
Skála-B68 (15.00)









